Tað er heilt friðarligt í føroyska fótbóltinum í dag. Bara ein dystur er á skránni. Hann verður klokkan 15 á Toftum, har B68 fær vitjan av Skála.
Talan er um toppuppgerð. Skála er fremst við 19 stigum, 07Vestur er næstfremst við 18 stigum, og B68 er á triðja plássi við 13 stigum.
Hetta er fyrsti dystur í áttanda umfari. Higartil hevur Skála vunnið sjey dystir og einaferð verið partur av javnleiki – á útivølli ímóti B71 í fimta umfari. B68 legði bragdliga fyri, men tvær tær seinastu ferðirnar hava toftamenn verið krøktir. Teir taptu fyrst 1-0 vesturi í Vágum og síðani 2-1 á Sandi.
Hinir dystirnir í 8. umfari vera spældir í morgin: B71-KÍ, MB-NSÍ, AB-B36 og Víkingur-07Vestur.
B68-Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.










