Toppdystirnir vera nú leygardagin

FSF hevur nú flutt dystirnar KÍ-HB og NSÍ-B36 til leygardagin

Upprunaliga vórðu dystirnir ásettir at vera sunnudagin 23. august. Tá vóru tríggir dystir í 17. umfari í Betrideildini spældir, meðan tveir dystir vórðu útsettir. Uppgerðirnar millum KÍ og HB og NSÍ og B36 vórðu fluttar, tí øll hesi feløgini vóru upptikin av Europa kappingunum.

Í fyrsta lagi vórðu dystirnir fluttir til hósdagin 10. september. So vórðu teir fluttir til fríggjadagin 11. september, og nú veit FSF at siga, at dystirnir eru fluttir til leygardagin 12. september – 30 ára dagin fyri tiltikna 1-0 sigurin ímóti Eysturríki í Landskrona.

Felags fyri HB, KÍ, B36 og NSÍ er, at feløgini hava spælarar í A og U-21 landsliðshópunum. A-landsliðið spældi hóskvøldið ímóti Malta og í gjár ímóti Andorra. U-21 landsliðið spældi mikudagin ímóti Ísrael og fer í morgin at spæla ímóti Norðurmakedonia.

Samlaða talið av spælarum hjá hesum fýra feløgum, sum síðstu stóru vikuna hava verið upptiknir av landsliðsuppgávum, er 28.

HB eigur seks spælarar á A-landsliðnum – Teitur Matras Gestsson, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Heðin Hansen og Hera H. Mohr – og tríggjar spælarar á U-21 landsliðnum – Samuel Johansen Chukwudi, Mads Mikkelsen og Pætur J. Petersen

KÍ eigur sjey spælarar á A-landsliðnum – Kristian Joensen, Jóannes K. Danielsen, Heina Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen og Odmar Færø – og ein spælara á U-21 landsliðnum – Jonn Johannesen.

B36 eigur ein spælara á A- landsliðnum - Sonna Ragnar Nattestad - og seks spælarar á U-21 landsliðnum – Róa Mørk Hentze, Bjarna Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson.

NSÍ eigur tveir spælarar á A-landsliðnum – Tórð Thomsen og Klæmint A. Olsen - og tveir spælarar á U-21 landsliðnum – Petur Knudsen og Steffan Løkin.

 

Leygardagin 12. september

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl.

NSÍ – B36: Alex Troleis kl. 18.00