Flogbóltur
FBF
Eftir eina góða byrjan upp á kappingarárið, hava teir seinastu dystirnir hjá KÍF verið ein long mótbrekka, og liðið hevur havt trupulleikar við at klára seg ímóti hinum liðunum, og hevur tap allar teir seinastu dystirnar. Skal gongdin vendast, er neyðugt at liðið fær ein sigur leygardagin, men mótstøðan er ikki hvør sum helst. Eitt vælkoyrandi lið úr Mjølni, sum eisini var liðið, ið steðgaði kollfirðingunum fyrr í ár, so einki er at ivast í, at tað verður tungt hjá KÍF.
Dagin eftir spælir TB í Havn móti Fleyr. Á pappírinum er einki at ivast í, at tvørakvinnurnar eru favorittar, og alt annað enn ein tryggur sigur til tær vil eisini vera ein sensatión av teimum heilt stóru.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður á Kambsdali sunnudagin, tá Dráttur vitjar hjá meistarunum. Liðini hava ikki leikt ímóti hvørjum øðrum higartil í kappingini, so spennandi verður at síggja, hvat av teimum verður omaná eftir dystin sunnudagin. ÍF hevur higartil í kappingini havt trupulleikar við at finna meistaraspælið fram frá seinasta ári, meðan Dráttur harafturímóti hevur byrja betri enn seinasta ár. Men hetta verður uttan iva ein dystur, har úrslitið ikki er avgjørt fyrr enn seinasti bóltu er leiktur.
Brak á Kambsdali
Hjá monnunum eru tveir dystir á skránni. Leygardagin tekur Fram ímóti Mjølnir, og tó at klaksvíkingarnir júst hava tapt sín fyrsta dyst, so mugu teir roknast sum favorittar her. Fram hevur higartil í kappingini bert fingið ein sigur til høldar, og var hesin móti botnliðinum, Fleyr. Skal Fram framvegis gera sær vónir at venda gongdini og hava eitt bein innanfyri heiðurmerkjini, er tíð upp á at fáa nøkur fleiri stig í skjáttuna. Liðið hevur leikt onkran tættan dyst, t.d. ímóti SÍ, men gjørdist ov stuttir í avgerandi løtuni. Mjølnir harafturímóti hevur sum nevnt havt eitt gott kappingarár, og hevur tí uttan iva styrkina til at geva Fram ein truplan dyst.
Seinasti dysturin er á Kambsdali, har SÍ kemur á vitjan, og hetta líkist einum sonnum braki. Seinast liðini leiktu, gjørdist úrslitið ein 3-2 sigur til ÍF, meðan t.d. SÍ vann finaluna í FK-steypakappingini 3-1. Síðani seinasta dyst hevur ÍF harumframt styrkt sær um liðið við einum útlendingi afturat, og harafturat hevur SÍ higartil ikki havt tey góðu úrslitini á Kambsdali, tí liðið hevur ikki heinta nógv stig har á leiðini. Fyri at halda fast í ÍF og Mjølni, er næstan neyðugt, at SÍ vinnur dystin leygardagin, men ÍF gevur ikki nakað ókeypis.










