Tað eru fleiri leikarar í Premier League í ár, sum av álvara bergtaka í kappingini. Felags fyri nógvar av teimum er, at teir á sinni vóru keyptir fyri lítlar og ongar pengar til ensk feløg.
Heimasíðan Squawka hevur gjørt ein lista við Premier League stjørnum, sum allir kostaðu undir 10 milliónir krónur, tá teir vóru keyptir til Premier League feløg.
Listin sær soleiðis út:
7. Wes Hoolahan – Frá Blackpool til Norwich fyri 2,5 milliónir krónur.
6. Troy Deeney – Frá Walsall til Watford fyri 6,5 milliónir krónur.
5. Ashley Williams – Frá Stockport County til Swansea fyri 6 milliónir krónur.
4. Yannick Bolasie – Frá Bristol City til Crystal Palace fyri 3,5 milliónur krónur.
3. Joe Hart – Frá Shrewsbury til Manchester City fyri 1 millión krónur.
2. Seamus Coleman – Frá Sligo Rovers til Everton fyri 600.000 krónur.
1. Riyad Mahrez – Frá Le Havre til Leicester fyri 3,5 milliónir krónnur.











