LÍV sum umsitur risastórar upphæddir hjá vanligum løntakarum í Føroyum.
M. a. eru liminir í Føroya Pedagogfelag við til at fíggja virksemi hjá Bjarta Mohr.
LÍV sum veitir limum sínum trygd móti at koma illa fyri vegna álvarsliga sjúku, ella tí tú missir førleika í arbeiðsárunum.
Kjakið hevur verið fammi um at gera etiskar íløgur, og hevur LÍV tá sagt við okkum sum gjalda teirra løn, at teir ganga fult inn fyri at seta okkara pengar í etiskt forsvarligt virksemi.
Eg havi sera torført við at síggja etikkin og virðini í tí sum gongur fyri seg umborð á Topaz. Mannalagnur sum eru drivnar til desperatión, tiknar gíslar í einum frammandum landi langt frá familju og kendum umhvørvi.
Tá ein russiskur trolari fyri umleið einum ári siðani lá í Føroyum, avdúkaðu fjølmiðlarnir mannminkandi korini teir livdu undir. Tí teir onga løn høvdu fingið í mánanvís, settu vit neyðhjálp av til at bjarga hesum monnum frá teirra vanlagnu. Og vit vóru skelkað.
Nú leggja vit, ikki bara Bjarti Mohr men alt føroya fólk, navn til somu vanlagnuligu kor úti í heimi Tað var ikki hetta vit ætlaðu at seta sum okkara fingramerkið á heimskortið.
Bjarti Mohr er familjumaður og býráðspolitikkari, tað vit kunnu kalla ein vanligur borgari kanska, men er hann ábyrgdari ella bara eitt navn í øllum hesum skitna spæli?
Aftur til LÍV. Sum vanligur tryggingartakari, seti eg stórt spurnaðartekin við at ein investorur við 40% av partapeningi í einum reiðaríði, ikki langt síðan hevur rópt varskó áðrenn málið er komi so vítt.
Hetta eru mínir pengar tit umsita, og sum fíggja bæði tykkara løn og virksemi, hetta eru pengarnir hjá Palleba sum vera brúktir til at oyðileggja okkara umdømi, okkara etik og virðir úti í heimi og ikki minst heima í Føroyum.