Topalov ímóti Kramnik

Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar 23. septembur. 12 talv verða telvað.

Talv

Nú verður óhepna støðan við tveimum heimsmeistarum í talvi tíbetur skjótt søga. 13. apríl í ár játtaðu Veselin Topalov og Vladimir Kramnik at telva um HM-krúnuna.
Tá tað viðvíkur HM-heitið, hevur talvheimurin verið spjaddur og fløkjasligur í mong ár, men nú verða træðrirnir loystir og lagdir í einari línu.
Startskotið verður leygardagin 23. septembur og tólvta og seinasta talvið verður telvað 10. oktobur. Telvað verður í Elista í Kalmykia.

Kramnik er eisini flúgvandi
Tey sum hava fylgt við gongdini hjá Topalov vita, at 31 ára gamla bulgarska stjørnan ikki er til at steðga. Hann hevur stutt sagt telvað heimsins bestu telving seinastu árini. Topalov telvar undirhaldandi álopstelving, og tí er maðurin ein vældámdur heimsmeistari hjá flestu talvfjepparum.
Kramnik - sum somuleiðis er 31 ár - kom undan kavi aftur fyri umleið hálvum ári síðani. Í 2004 og 2005 var russin nógv darvaður av sjúku. Og tað er ikki hissini comeback russin hevur undirhildið okkum við. Hann hevur telvað fram úr væl, m.a. við at vinna Dortmund í juli umframt, at hann hevði hægstu avriksstyrkina í talvolympiaduni í juni.
Tveir telvarar í besta aldri og við avrikum í serflokki. Tað boðar frá einum sera spennandi HM-dysti.

Ólíkir
Sum nevnt er Topalov kendur fyri sína álops- og kompromileysu telving. Hvørt hann hevur hvíta fólkið ella svarta fólki er líkamikið. Topa fer eftir fíggindakonginum í hvørjum talvi.
Hesin talvháttur er ikki vandaleysur. Topalov tapir til tíðir nøkur talv, men hinvegin er talið á sigrum altíð nógv hægri. Talvtalent og dugnaleiki Topalovs slóðar fyri hesum.
Kramnik telvar vanliga trygt og tapir sjáldan. Tveir javnleikir, heldur enn ein sigur og eitt tap, tykist at vera hansara leistur.
Kramnik er tann einasti, sum hevur vunnið HM-dyst móti Garry Kasparov. Í 2004 vardi hann sítt HM-heitið ímóti Peter Leko, tá hann við sigri í seinasta talvinum fekk javnleik 7-7 . Kramnik er ein sera sterkur matchtelvari og møguliga kann hann endurtaka bragdið frá ár 2000, tá hann - ósigraður - tók HM frá Kasparov.
Tá talan er um longri talvdystir, hevur Topalov ikki somu royndir sum Kramnik. Hóast hetta meta tey flestu Topalov vera favorittur at vinna heimsmeistaraskapin.