Komandi rennikapping, ið er á skrá hjá føroyskum rennarum, er kappingin Top Run, ið Bragdið skipar fyri. Talan er um eina serstaka rennikapping, sum telist ímillum tær allar strævnastu í Føroyum. Rutan er 9,8 kilometrar, men hon gerst eyka strævin at, at hon verður bara runnin í niðanbrekku.
Byrjað verður í Kollafjarðardali, ið er 75 metrar yvir sjóvarmálan, og endað verður á Sornfelli, sum er heili 680 metrar yvir sjóvarmálan. Hóast rutan verður hildin at vera rættiliga strævin, so megna tey flestu at gjøgnumføra hana, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.
Top Run verður runnin leygardagin 13. august klokkan 15.











