Top Gear vertir fáa 1,7 milliard

Amazon hevur gjørt avtalu við teir tríggjar Top Gear vertirnar

Fyrr í ár var sjónvarpsverturin Jeremy Clarkson sekkjaður frá sínum arbeiði, tí hann hevði sligið ein framleiðara á sendingini Top Gear, sum er heimsins best umtókta bilasending.

Hann gjørdi Top Gear saman við James May og Richard Hammond, og teir noktaðu báðir at gera nýggja avtalu við BBC.

Nú er greitt, at fyritøkan Amazon hevur gjørt avtalu við allar tríggjar Top Gear vertirnar, og tað er vorðið sum avtala.

Clarkson, May og Hammond fáa tilsamans 1,7 milliard krónur fyri at framleiða 26 bilasendingar til stroymingtænastuna hjá Amazon, ið kallast Amazon Prime. Hetta veit Financial Times at siga.

BBC ætlar at halda fram við Top Gear sendingunum og hevur fingið Chris Evand at verða vertur.