Tony Snow deyður

Tony Snow, sum var talsmaður hjá George W. Bush, forseta og Hvítu Húsunum í Washington í hálvtannað ár, doyði um vikuskiftið. Tony Snow fór frá sum talsmaður í august í fjør av heilsuávum. Hann hevði krabbamein og var 53 ára gamal, bú hann doyði. Tony Snow arbeiddi hjá sjónvarpinum Fox, áðrenn hann bleiv forsetatalsmaður, og sambært BBC fór hann aftur í starv hjá Fox, tá hann gavst í Hvítu Húsunum. Tony Snow arbeiddi eisini saman við Geroeg Bush eldra, tá hesin var forseti. Uppgávan hjá Tony Snow tá var at skriva nógvar av høvuðsrøðunum hjá Bush.