Tveir av lokalu spælarunum hjá KÍF, sum í fjør vann greipuna í føroyskum manshondbólti, fara næsta ár at spæla við IF Stadion í donsku hondbóltskappingini. Talan er um teir báðar, Niklas Reginsson og Tony H. Weyhe.
IF Stadion spælir í triðjubestu donsku røðini, og felagið sigur, at málið nú er at vinna seg upp í 1. deild.
Á Facebook-bólkinum hjá KÍF verður sagt, at Niklas longu hevur spælt við danska felagnum í sjey venjingardystum, meðan Tony fyri fyrstu ferð at royna seg í dysti fyri nýggja felagið nú um vikuskiftið.