Tony Blair: Heimurin er á einum vegamóti í søguni

Fyrrverandi bretski forsætisálaráðharrin heldur at Kina og Russland fara at taka valdið sum stórveldi

 

– Vit nærkast endanum á Vesturheimins poltiska og búskaparliga veldi, sigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum heldur, at størsta geopolitiska broytingin í hesi ølini kemur úr Kina – ikki úr Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Tolga Akmen/Ritzau Scanpix

Kríggið í Ukraina vísir, at veldið hjá Vesturheiminum er um at enda, meðan Kina vinnur vald sum heimsveldi í felag við Russlandi. Tað sigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair í eini røðu um trygdarpolitisku gongdini á heiminum.

Heimurin er á einum vegamóti í søguni. Tað kann samanberast við endan á seinna heimsbardaga ella fallið hjá Sovjetsamveldinum. Men hesaferð er Vesturheimurin greitt ikki ávegis eini sterkari støðu.

Tað metir Tony Blai í røðuni, sum er skrivað til eitt trygdarpolitiskt forum í Ditchley Park uttan fyri London.

– Vit nærkast endanum hjá Vesturheimsins politiska og búskaparliga veldi, leggur hann dent á røðuni. Hon hevur yvirskriftina »Eftir Ukraina: Hvat kunnu Vesturheimsins leiðarar læra«.

Blair leggur eisini dent á, at gongin í heiminu verður merkt av minst tveimum ráðandi veldisdeplum. Og kanska nøkrum afturat.

– Vit síggja ein heim, sum verður í minsta lagi tvípólaður og kanska fleirpólaður, sigur hann.

~ Tann størsta geopolitiska broytingin í hesari øldini fer at koma úr Kina – ikki úr Russlandi.

Undir russisku innrásini í Ukraina eru fleiri túsund fólk dripin, og vit eru komin til álvarsamastu kreppuna millum Russland og Vesturheimin síðani Kubakreppuna í 1962. Tó óttaðust mong, at heimurin var á markinum til kjarnorkukríggj.

Vladimir Putin forseti sigur, at Vesturheimurin hevur boðað frá búskaparligum kríggi við at royna at avbyrgja russiska búskapin við tiltøkum. Og russar hava boðað frá, at teir nú venda sær frá Vesturheiminum og venda sær ímóti londum sum Kina og India.

– Kríggið í Ukraina hevur gjørt okkum greitt, at Vesturheimurin ikki kann líta á, at Kina fer at uppføra seg »upp á mátar, sum vit halda vera skilagóðar«.

Kinesiski forsetin, Xi Jingpin, heldur fram við at stuðla Putin og hevur funnist at tí, sum hann kallar Vesturheimsins »misnýtslu av tiltøkum«. Putin hevur gjørt eitt, sum hann kalla »strategiskt samstarv« við Kina.

Í 1979 hevði Kina ein búskap, sum var minni enn tann hjá Italia. Men eftir at hava latið upp fyri útlendskum íløgum og hava framt marknaðarnýskipanir er Kina vorðið heimsins næststørsti búskapur.

Roknað verður við at Kina innan 10 ár fer at yvirhála USA, og landið er leiðandi við nýggjum tøkni sum kunstigum intelligensi, regenerativum medisini og leiðandi polymerum.

Blair, sum var bretskur forsætisráðharri frá 1997 til 2007, sigur, at Vesturheimurin ikki eigur at loyva, at Kina fer at yvirhála hernaðarliga.

– Vit eiga at økja verjuútreiðslur okkara halda hernaðarligu støðu okkara. USA og tess sameindu eiga at vera nóg sterk til at klára allar hóttanir ella stríð á øllum økjum, heldur hann.

/ritzau/Reuters

 


 

 

– Vit nærkast endanum á Vesturheimins poltiska og búskaparliga veldi, sigur fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum heldur, at størsta geopolitiska broytingin í hesi ølini kemur úr Kina – ikki úr Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Tolga Akmen/Ritzau Scanpix