Tónleikurin bjargar mær

- Tað varð gjørt í stórum vónloysi. Eg kendi meg nógv lægri enn onnur menniskju. Har var eingin vón.

- Tað varð gjørt í stórum vónloysi. Eg kendi meg nógv lægri enn onnur menniskju. Har var eingin vón.

 

Tað sigur sangarin og sangskrivarin, Rógvi Odvørsøn, sum eftir fleiri sjálvmorðsroyndir nú finnur grøðing og sálarheilsu í tónleikinum saman við orkestrinum [rokkvi].

 

Hetta sigur hann í samrøðu við Arna Zachariassen í eykablaðnum Mentan, sum er í VikuskiftisSosialinum hetta vikuskiftið.

 

Gransking vísur, at list er góð fyri sálarligu vælveruna. Hesum tekur Rógvi Odvørson.

 

–Tónleikurin hevur verið tað, sum hevur hildið mær koyrandi.

 

– Hvussu tá?

 

– Tá ið eg var langt niðri, hjálpti tónleikurin mær at seta orð á, hvussu eg hevði tað. Eg slapp av við tankar og kenslur. Tað var ræðuliga inspirerandi. At skriva og gera nakað, man er nøgdur við, tað økir um sjálvsálitið.

 

Lesið samrøðuna við Rógva Odvørson og hugleiðingarnar hjá Arna Zachariassen í Vikuskiftissosialinum.