Náttin hevur verið stak friðarlig sambært vakthavandi á løgreglustøðini.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, hava teir bara einaferð verið úti í ørindum í nátt. Hetta var, eftir at løgreglan fekk eina fráboðan um harðan tónleik í einum sethúsum, ið var grannunum til ampa. Vakthavandi sigur, at í tílíkum førum plagar løgreglan at fara á gátt og biðja fólk dempa tónleikin. Ofta er tó nokk, bara at lata vindeygu ella hurðar aftur. Onrka hendinga ferð má løgreglan tó fara harðari til verka og sløkkja tónleikin sjálvi, men tað er bert onkra hendinga ferð, sigur vakthavandi.