Tónleikur í kirkjuni

Sera áhugavert var at lesa viðmerking frá Jógvan Fríðriksson, biskupi um tónleik í kirkjunum, viðmerking, sum tveitir fleiri spurningar út til “fólkið”, kirkjufólkið í Føroyum.

 

Hvat kann framførast í eini kirkju? Skal tað kosta at koma inn? Hvussu varveita við spekt og sóma í hesum rúminum, sum fyri tann trúgvandi ikki er ein aula ella ein konsertsalur, men eitt heilagt rúm. Sum tað verður sagt í inngangsbønini hvønn sunnudag: “Eg eri inn komin í hetta heilaga hús títt at hoyra. . . “.

 

Í nógv ár hava tónleikarar og kórsangarar spurt, hví kirkjan ikki loyvir sølu av atgongumerkjum í landsins kirkjum. Svarið hevur bara verið: Soleiðis er tað bara, tað er ikki loyvt.

 

Men at kirkjan í grundini – vegna manglandi lógarverk – heldur ikki hevur havt heimild til at gjalda einum unguleikara samsýning fyri at vera bundin á orgulbonkinum árið runt – tað visti eg ikki.

 

Altso hevur kirkjan, har eg sjálv virkaði í eitt mannaminni, ólógliga goldið mær eina samsýning – kanska av sínum tiltøkupeningi – øll árini.

Hetta má vera rætta staðið at heita á mentamálaráðið um at taka eina avgerð og lýsa kunngerðina um hesi viðurskifti ongantíð ov skjótt.

 

Ein konsert er ikki ein gudstænasta, og ein gudstænasta er ikki ein konsert. Tá ið konsertir verða hildnar við proffessjonellum tónleikarum, t.v.s. tónleikarum, ið liva av sínum spæli, rena vit okkum beinanvegin í spurningin gjald ella ikki gjald fyri arbeiðið. Eg kenni nakrar proffessionellar tónleikarar, sum alt lívið hava spælt í okkara kirkjum, uttan at fáa nakað afturfyri. Og umberingin hjá kirkjuni er óivað, at eingin heimild er.

 

Ein aktuell hending var konsertin á Eiði herfyri, har fólk máttu keypa atgongumerki fyri at sleppa inn. Hetta er ókent í Føroyum, og her mugu kirkjuligu myndugleikarnir beinanvegin taka eina avgerð og seta nøkur ting upp á pláss.

 

Í grundini er spurningurin um tónleik í kirkjunum sera einfaldur: vilja vit hava nakran urguleikara? Vilja vit hava konsertir? Um vit siga ja, so mugu kirkjuráðini fáa pening at arbeiða við. Tíðin er fullkomuliga og aldeilis farin frá, at fólk, sum hava lisið og lært í 4 -7 ár sita og arbeiða við sínum faki fyri einki ella fyri lítið og einki. Kanska var tað eitt hugskot at sleppa teimum gomlu klokkutíðunum, har gudstænasturnar vórðu lagdar eftir, nær neytini vóru mjólkað og hoyggið drigið. Væl ber til at fleiri kirkjur býta ein urguleikara ímillum sín og gjalda honum fyri tað. Tað krevur bara, at gudstænasturnar verða skipaðar soleiðis, at tær ikki allar eru um somu tíð sunnudagar. (Hetta ber væl til í Suðuroynni.)

 

Um ein kirkja so fegin vil hava, at konsertir fara fram, er tað eitt hugskot at gera ein “konsertkassa”, har tað hvørt ár verður settur hóskandi peningur av. Loypir nakað av, fer tað aftur í felagskassan. Er tað ov lítið, ja, so verða ikki fleiri konsertir tað árið. Á sama hátt má vera við t.d. vøggusangi, sum má hava ein serligan kassa.

Danskar kirkjur hava løntar sangarar, tað hava føroyingar og norðmenn ikki, og tað haldi eg vera gott.

 

Í staðin kundi ein lærdur urguleikari í starvi sínum verið forpliktaður til at hava barnakór, sang við konfirmantum og vaksnamannakór. Hetta hoyrdi sjálvandi til lønta starv hansara.

 

Hvør skal sleppa inn í kirkjuna at spæla/syngja? Ein trupul og kanska kensluborin spurningur.

Fyrst er at siga, at eingin bólkur, einki kór ella orkestur hevur krav uppá at sleppa inn í nakra kirkju, hóast vit plaga at siga, at gáttin er lág í fólkakirkjuni. Sjálv meini eg, at tað er ikki alt, ið skal dragsast inn í kirkjuna.

 

Kirkjuráðið er fólkavalt og suverent og kann siga nei. Einki orkestur sleppur heldur inn á G, bara tí tað vil inn á G. Eingin bólkur sleppur inn á Rex ella í Norðurlandahúsið uttan víðari. Hesi støð velja og vraka og seta sjálvi billettprísin.

Vit hava nógvar meiningar og fordómar um júst hetta.

 

 Instrumentalur tónleikur, sum ikki myndar nakað ávíst – sum er absoluttur – er ein tónaheimur, ein verð, sum uttan orð nemur við hjarta mítt og sinn. “Du bliver ramt af nogle lydbølger, og straks begynder du at føle”. (Sitat: Peter Bastian). Tú kanst aftaná eina góða konsert føla teg reinsaðan og kanska enntá føla teg sum eitt frægari menniskja.

 

So títt og knapt at tónleikurin hevur tekstir, er støðan ein onnur. Orðið hevur sterka megi. Hvør er boðskapurin? kann verða spurt. Hevur hetta spekt og sóma? Er hetta nakað, sum bara er útvortis ella kanska bespottiligt? Vit kunnu blíva við at spyrja – um alt møguligt. Mín seinasti spurningur er: hvar er Kristus?

 

Ein kendur havnarmaður segði eina ferð við meg: Jesus er so “large”. Og rætt er, at Jesus var modernaður í síni tíð. Í dag hevði hann havt koyrikort.

 

 Sjálv havi eg ongar fordómar mótvegis rokktónleiki, jassi, poppi, dansitónleiki, gospel ella doom-metal, bara tað verður ordiliga framført og tónleikararnir eru seriøsir. Hetta er teirra  fak, teirr áhugi og gleði, men vit noyðast at hugsa um tað heilaga rúmið, vit eru stødd í. Spekt og sóma.

 

Rúmið er “andaliga heimið” hjá fjøld av fólki. Her inni fáa tey sálartroyst, inn higar koma tey, tá ringast stendur til, men eisini tá ið gleðiligastu hendingarnar eru. Ein og hvør kann vera her – eisini tann, sum ikki eigur eitt reytt oyra. Tí býður tað mær ímóti at skula gjalda fyri at koma inn at hoyra t.d. “Messias”. Sakin má loysast á annan hátt.