Kringvarp Føroya gevur nú út allar 13 partarnir í røðini “Minnist tú enn”. Umframt sjálvar sendingarnar eru eisini eykafløgur og bóklingar lagdir við sum framíhjá ágóði.
Á serstakari DVD-fløgu eru í alt 40 tónleikaframførslur savnaðar. Talan er um beinleiðis framførslur í sjónvarpssendingum og serlig sjónbandsløg, sum Kringvarpið og onnur hava framleitt.
Á aðrari fløgu eru í alt tjúgu sangir savnaðir. Hetta er bæði savnsgull úr útvarpskjallarinum og sangir, sum higartil hava ljómað av plátuspælarum og kassettubandsspælarum, men sum ikki eru komnir undir fløgugeislar fyrr enn nú. Harumframt eru eisini í alt tríggir bóklingar við fjølbroyttum innihaldi lagdir við.
Sendirøðin "Minnist tú enn" er ein av teimum heilt drúgvu hjá Kringvarpi Føroya. Byrjað var í 2010, tá ið fimm partar vórðu gjørdir. Hildið varð fram í 2013, tá átta partar vórðu gjørdir aftrat. Sendirøðina, sum lýsir rútmisku musikksøguna í Føroyum í hálva øld, hava Suni Merkistein og Hans Petur Hansen sett saman. Aftrat teimum hava Jón McBirnie, Finnur Hansen og Brian Samson mannað tað fasta framleiðsluliðið.
Seinnapartin í dag kl. 16.00 verður útgávuátak í Reinarínum í Havn.