Tónleikararnir gera tað betri at vera føroyingur

 - Tað er heilt upp á sítt pláss, at vit á hendan hátt heiðra føroysku tónleikararnar. Tað heldur Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu.

 

- Tónleikurin hevur ómetaliga nógv at siga, serliga teir longu og køldu vetrarmánaðirnar. Tá er gott, at tað erus o nógv tiltøk at fara til og eg trúgvi, at føroysku tónleikararnir gera tað betri at vera føroyingur og eisini havnarborgari, sigur hann.

 

Hann gleðist eisini um, at talan ikki einans er um, at gomlu tónleikararnir heiðra hvør øðrum, men at tey yngru eisini sleppa fram at.

- Í kvøld hava jú bæði Elinborg og Punjab fingið virðislønir, so tað er gott at síggja nýggj nøvn koma til. Hjá teimum allar flestu er tað ikki lønandi at vera tónleikari, og tí fegnist eg um eitt slíkt tiltak, har vit kunnu geva teimum eitt herðaklapp, sigur Sigurð Ó. Vang.

 

Sum mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu hevur hann sjálvur eina stóra ábygrd, tá tað kemur til at skapa karmarnar um tónleikalívið í høvuðsstaðnum og Havnini. Hann er tó fegin um, at tónleikararnir hava stuðlað væl upp undir tí, sum kommunan hevur gjørt og vísir millum annað á ársins átak í fjør, Reinsaríið.

- Har høvdu vit yvir 200 tónleikatiltøk fyrsta árið, tað var virkið. Tað er eisini tónleikarunum fyri at takka, við tað at teir taka so væl undir við hesi royndini at skapa ein nýggjan tónleikapall, sigur hann.

 

Nú fyllir musikkskúlin nógv í arbeiðsbyrðini hjá mentanardeildini og mánadagin skal hon hava eina framløgu fyri musikkskúlanevndini

- Tað er jú musikkskúlin, sum í stóran mun framleiðir grundtilfarið til føroyska tónleikalívið og er kraftdepilin, har nýggju nøvnini verða skapt. Tí er týdningarmikið, at vit við nýggja musikkskúlanum kunnu tryggja okkum, at tað eisini verður soleiðis í framtíðini.