Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at ein loysn verður funnin á málinum um samsýning til tónleikarar, ið spæla til serlig tiltøk í kirkjuni, so sum konsertir.
- Vit gera einki nú áðrenn summarið. Tey tiltøk, ið standa á skránni, verða verandi á skránni, sigur Jógvan Fríðriksson.
Í kjalarvørrinum av konsertini hjá Marius í Eiðis kirkju, vísti tað seg, at kirkjan ikki hevur havt heimild at rinda tónleikarum samsýning fyri konsertir og líknandi í kirkjum, tíansheldur at krevja atgongugjald til tílíkar konsertir.
Les eisini Býður mær ímóti at gjalda fyri at sleppa í kirkju
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at nú kirkjumyndugleikarnir eru gjørdir varugir við hetta, verður mannagongdin broytt. Tó fer hetta ikki at ávirka tær avtalur, ið longu er gjørdar.
- Tað er greitt, at vit ikki hava heimild, at samsýna tónleikarum á tann hátt, vit hava gjørt higartil, men, sigur Jógvan Fríðriksson, vit mugu finna eina aðra loysn á málinum, so at vit áhaldandi kunnu hava tónleikatiltøk í kirkjuni.
Les eisini Ikki heimild at krevja atgongugjald
Biskupur sigur seg vóna, at kirkjumyndugleikarnir hava funnið eina nýggja loysn í heyst. Jógvan Fríðriksson sigur, at hann hevur lagt til merkis, at tosið um atgongugjald hevur fingið nógv at ressast við, og hann væntar ikki, at hetta fer at gerast vanlig mannagongd í framtíðini.
Jógvan Fríðriksson endurtekur, at reglugerðin er heldur ógreið hvat hesum viðvíkur. Lógarteksturin opnar fyri, at kirkjan kann rinda samsýning til tónleikarar, men tað vísir seg, um ein lesir tilmæli til lógina og viðmerkingarnar, at andin í lógini er tann, at hetta ikki skal loyvast.
- Lógin sigur, at kirkjan kann leigast móti gjaldi, sigur Jógvan Fríðriksson, men vísir á, at tá er talan oftast um at lata onnurt trúarsamfeløg nýta kirkjuna, so sum í samband við vígslu ella jarðarferð. Tó sigur biskupur, at siðvenja hevur verið at lána øðrum trúarsamfeløgum kirkjuna uttan at krevja nakað gjald afturfyri.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, vil tó gera greitt, at talan her er um samsýning til tónleikarar, ið spæla til ikki-kirkjulig tiltøk. Urguleikarar, ið spæla til føst tiltøk, sum gudstænastur og líknandi, eru umfataðir av aðrari reglugerð, ið loyvir kirkjuni at samsýna teimum fyri teirra tænastu fyri kirkjuna.