Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn verður leygardagin karmur um tiltak, ið er ætlað tónleikarum og øðrum áhugaðum.
Talan er um loppumarknað, har ein kann selja ella keypa gomul ljóðføri ella annað, ið hevur við tónleik at gera.
Eisini framførslur, framsýningar og framløgur at síggja, og um kvøldið verður veitsla fyri tónleikarar.









