Fleiri kendir tónleikarar og bólkar verða við, tá The Grand Old Man innan føroyskan tónleik, Simme Jacobsen, verður heiðraður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 30. januar.
– Eitt frálíkt kvøld fyri framman, nú heiðurstiltakið fyri Simma A. Jacobsen stendur fyri durum.
Soleiðis skrivar Sangkórið Glymur um tiltakið, sum tey skipa fyri. Skráin er fjølbroytt, har sangir hjá Simma eru í hásæti.
Har fara tey at framføra klassikarar sum ‘Hví’ og ‘Tvær fjarðar’, og eisini verður borðreitt við onkrum ókendum sangum hjá Simma, ið ikki hava verið at hoyrt áður.
Umframt hetta verður eisini trivið í aðrar kendar perlur, ið vit kenna frá tíðini við ‘Simme og tey’, eitt nú ‘Eitt sunnukvøld í Plantasjuni’ eftir Birna Dam.
At framføra fyri okkum hetta kvøldið hava vit fingið eina røð av frálíkum tónleikarum, har nøvn sum: Teitur Lassen, Búi Dam, 200, Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen, Martin Joensen, Lív Dam, og sangkórið Glymur, øll koma á gátt at syngja og spæla fyri okkum.










