Tónleikarar gera partafelag

Føroysku tungmálmsrokkararnir skulu eisini vera vinnulívsmenn.

Eitt nýtt partafelag varð skrásett 30. oktobur í partafelagsskránni, sambært Business Line.

 

Talan er um smápartafelagið Týr, sum, sum navnið bendir á, hevur tilknýti til føroyska tungmálmsbólkin. Tað eru limirnir í Týr, Heri Joensen, Terji Skibenæs og Gunnar Helmer Thomsen, sum hava stovnað eitt smápartafelag. Teir tríggir eru skrásettir sum nevndarlimir við Terja Skibenæs sum nevndarformanni, meðan Heri Joensen er skrásettur sum stjóri í felagnum. 

 

Endamál felagsins er tónleikavirksemi, handil og annað virksemi í hesum sambandi.