Tónleikaløta við kvirru og hugdýping

Leygardagin klokkan 17 verður tónleikaløta í Havnar kirkju við heitinum »Music to Accompany Silence« – Tónleikur, sum fylgir kvirruni.

 

Danski trompetleikarin Anne Anderson og danski/føroyski/íslendski kontrabassleikarin Richard Andersson fara at spæla eina skrá við sálmum, spontanum kompositiónum og fríum improvisatiónum.

 

Víðari sigur Anne Andersson om konsertina:

 

– Music to Accompany Silence er eitt slag av konsert, sum tók skap tey tvey árini, vit vóru í Íslandi. Har framførdu vit sum duo fleiri konsertir í Adventskirkjuni í Reykjavík.

 

– Støðið undir konsertini er kvirra – tann kvirra, sum er so serstøk fyri kirkjurúmið, og sum bjóðar til hugdýping og eftirtanka. Music To Accompany Silence er eitt andarhald í gerandisdegnum, eitt høvi at samskipa andadráttin við hvíldina í kirkjuni og pulsin í tónleikinum, sigur hann.

 

Fyrireikararnir bjóða øllum vælkomnum til áhugaverda tónleikaløtu í Havnar kirkju leygardagin klokkan 17.