Systkinaparið Olvheðin og Lilja Jacobsen úr Hvannasundi hava havt eitt videobrot á Facebook, sum hevur verið víst fleiri túsund ferðir í seinastuni. 25 ára gamli Olvheðin og 17 ára gamla Lilja ganga bæði á miðnámsskúla á Kambsdali, og dáma væl at syngja saman í frítíðini.
- Vit syngja nokkso spontant heima. Vit koma nógv í samkomu og syngja eisini har, sigur Olvheðin í samrøðu við Rás2.
-Hetta var um summarið, tað var gott veður, vit vóru móð av sólini, og tóku ein fittan og summarsligan sang. Vit ætlaðu ikki at leggja nakað út, men bara ein hugnalig løta, sum bleiv almenn, sigur Olvheðin.
- Videobrotið bleiv so deilt fleiri ferðir. Tað er so stuttligt, men nokkso snedigt, at videobrotið er deilt so ofta, sigur Lilja.
Videobrotið er ein útlegging av lagnum "Stay" hjá Rihannu og er at síggja her