Tá evropeisku londini kappast í Eurovision, sleppa føroyskir tónleikarar eisini at vera við, men bert undir donskum flaggi.
Soleiðis verður tað ikki til tónleikakappingina, PanArcticVision, sum er ein nýggja altjóða tónleikakapping. Her eru føroyskir tónleikarar bodnir at senda eitt tónleikaíkast, sum skal umboða Føroyar - ikki eitt annað land.
PanArcticVision verður í Vadsø í Norðurnoregi. Stig er tikið til kappingina fyri at seta sjóneykuna á tónleikamentanina í økinum kring Arktis, á málini, tey staðbundnu eyðkennini og mentanina í hesum ymisku økjunum. Tað hevur so eisini við sær, at metingarnevndin er áhugað í øllum tónleikasløgum, ikki bert vanligum Eurovision sangum.
Seinasta freist at senda títt tónleikaíkast til kappingina er 1. mars 2023.
Norðurlandahúsið umsitur føroysku tónleikaíkastini. Les meira um kappingina og krøv til luttakararnar á nlh.fo: https://www.nlh.fo/?event=9466/kom-og-kappast-i-tonleikakappingini-panarcticvision
PanArcticVision verður 9. august 2023 og er samskipað av listabólkinum NORDTING / The Northern Assembly í samstarvi við Varangerfestivalin í Vadsø. Onkur minnist kanska, at Nordting hevði eitt tiltak í Norðurlandahúsinum í Føroyum í 2021.
Verkætlanin er fíggjað av m.ø. Norsk kulturråd. Hetta er fyrstu ferð, at tónleikakappingin PanArcticVision verður hildin.