Tíðindaskriv Tórshavnar Musikkskúli:
Til ber longu nú at melda til Stellu Polaris 2025.
Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. Fyrsta kappingin var hildin í 2014 . Tey, sum hava vunnið gjøgnum árini, eru:
2014 – Mattias Kapnas (klaver)
2015 – Alvi Joensen (gittar)
2017 – Dávur Birgisson (gittar)
2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
2023 – Andrias Blaasvær (violin)
Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini.
Fleiri av luttakarunum gjøgnum árini, teljast nú millum fremstu ungu tónleikeikarar í Norðurlondum.
##med2##
Kappast verður í 4 ymiskum aldursbólkum, hesir eru:
0 til og við 11 ár
12 til og við 15 ár
16 til og við 19 ár
20 til og við 24 ár
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo
Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2025.