Hetta er annað árið á rað, at liðførarin hjá Ikast og landsliðnum, verður kosin ársins spælari. Tað eru spælararnir í Danmark, sum kjósa ársins spælara, og hesaferð var Tonje Kjærgaard langt frammanfyri tær næstu, sum vóru Karen Brødsgaard, Lotte Kiærskou, Ditte Bergstedt og Anja Andersen.
Umframt heiður at gerast ársins spælari, fekk Tonje eisini ein málning, sum fuglfirðingurin Øssur Mohr hevur málað. Tað er høvuðsstuðulin hjá danska hondbóltssambandinum, Codan Bank, sum lat hesa heiðursgávu.
Fyrr í ár fekk best mannligi spælarin, Nikolaj Jacobsen, eisini ein málning, sum Øssur Mohr hevur málað.