Fiorentina áleyparin, Luca Toni, hevur alment boðað frá, at hann ynskir at sleppa til eitt størri felag. Men nú slær hann fast, at hetta so í øllum førum ikki verður Inter. Inter hevur annars verið sett í samband við Toni, men sjálvur sigur áleyparin nú, at hann vil halda fram í Fiorentina. Eg havi tosað við leiðsluna, og vit eru samd um, at nú skal eg bara hugsa um at fáa best møgulig úrslit í Fiorentina, sigur Toni.