Toni Kroos skiftir til Real Madrid

Tað váttaði týski landsliðsleikarin eftir HM sigurin í gjárkvøldið.

Týski landsliðsleikarin Toni Kroos, ið seinastu mongu árini hevur umboðað Bayern Munchen, skiftir nú til spanskan fótbólt, har hann skal spæla við Real Madrid.

 

Tað váttaði týski landsliðsleikarin eftir finalu sigurin í gjárkvøldið.

 

-          -      Vit hava nú enda HM so gott sum vit kunnu. Nú fari eg til Madrid, so hesa vikuna eru tað tveir dreymir, ið ganga upp.

-           

Tað ljóðaði annars leingi, at týski leikarin skuldi skifta til enska stórfelagið Manchester United.

 

Toni Kroos er 24 ára gamal og hevur leikt 51 landsdystir fyri týska landsliðið.