Tiltakið Tónavatn er byrjað í Hvalba.
Mótasýning hevur júst verið, har Guðrun&Guðrun hava havt hópin av modellum gangandi á stóra sandinum í Hvalba.
Í løtuni leitar fjøldin av fólki, sum hava leitað sær til Hvalbiar, sær niðan á Heygsvatn: Har skulu tey í bátum uppliva konsert á vatninum, har tónleikarar spæla á palli mitt á vatninum.
Fyrireikarar hava áður lýst henda partin av tiltakinum soleiðis:
Fólk í árabátum samlast runt um tónleikapallin, ið flýtur á vatninum, meðan horntónleikur, stjórnaður av Tróndi Enni, blandast við náttúrunar kvøldarljóð.
Allar ættir tiga og áraknarr er einasta ljóð, ið hoyrist – brádliga trína Greta, Frostfelt, Frum og Marius á pallin og himmalrúmið fyllist við kátum, søtum og rørandi tónum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Myndir: DS