Tónabrúgvin heldur fram í Spaniastovu

Tónabrúgv 2014 er tónleikarøðin í Spaniastovu í ár, leygarkvøldið fara tveir royndir sangarar at spæla har.

 

Tónabrúgv 2014 er tónleikarøðin í Spaniastovu í ár, leygarkvøldið 8. mars fara tveir royndir sangarar at spæla har.

Teir báðir hava spælt saman um alt Føroyar í eitt mannaminnið, og hóast annar er suðringur og hin vágamaður, so eru teirra nøvn á  mannamunnið so atknýtt, at man illa fær sagt annað uttan at hugsa hitt eisini.



Sámal og Ronny, ella Sámal Ravnsfjall og Ronny Nielsen munnu hava eitt tað størsta repetoirið í Føroyum. Báðir hava lagt rødd til hópin av vældámdum løgum, og eru sera dugnaligir tónleikarar.

Tónabrúgv 2014 er heitið á tónleikarøðini í Spaniastovu í ár. Higartil hava fleiri konsertir verið, og heldur hetta fram.