Sjáldan hevur Elliot Carver og hansara Tomorrow miðlaimperium upplivað frægari hyggjaratal. Og tað er allur loynidómurin aftan kreppuna. Carver er úti eftir at byrja eitt kríggj fyri at fáa góð hyggjaratal og nógvar lesarar av bløðum sínum. Og um hesir báðir herarnir himprast við at opna eld, so hevur Carver eitt kjarnorkumissil í bakhondini. Tað er bara ein feilur, við ætlan hansara. Ein agentur, sum nevnist Bond, James Bond.
Í »Tomorrow Never Dies« fer søgunnar best eydnaði agentur at stríðast móti einum miðlarisa, sum kanska er meiri óndsinnaður enn tey flestu, men hvørs handlingar kanska heldur ikki eru so óveruligar í heiminum í dag. Pierce Brosnan er aftur sum James Bond, sum enn drekkur vodka og martini (shaken, not stirred), enn bæði kann sláa frá sær, skjóta beint og koyra deyðskoyring og enn sjarmerað seg til vakrar kvinnur. Hesaferð bæði danska Cecilie Thomsen, Teri Hatcher og Michelle Yeoh, sum spli Bonds kinverksa mótstykki, tann hartsláandi Wai Lin.
Ævintýrið hjá Bond fyrigongur hesaferð frá fjøllunum í Afghanistan, yvir týskar fíggjardeplar, til myldrandi stórbýirnar í Útsynningsásia og í Suðurkinverksa havinum. Til lands, til havs og í luftini: Bond er afturkomin!