Tommy verður fremsti 12. maðurin

Eftir at hava verið í formansloysi í eina tíð, hevur 12. maður, sum er føroyska áskoðarafelatið hjá fótbóltslandsliðnum, funnið sær nýggjan formann.
Nýggjur maður í sessinum er Tommy Falkenberg, sum er ein av teimum heilt trúgvu áskoðarunum hjá føroyska fótbóltslandslðnum.
Hann hevur verið í nevndini hjá 12. manni síðani 2003, og á heimasíðuni hjá 12. manni, www.footballsupporters.fo, hava tey alt gott at bera honum fyri avrikini, sum hann hevur gjørt fyri felagið síðani tá.
Í nevndini hjá felagnum eru harumframt Jónleif Frederiksen, Janus Rein og Regin Egholm. Enn vantar ein limur, áðrenn nevndin er fullmannað, men hesin verður helst funnin í komandi ári.