Tommy Petersen er settur sum stjóri fyri Føroysku Altjóða Skipaskránna og Skráseting Føroya Tann 59 ára gamli løgfrøðingurin Tommy Petersen er settur í starv sum stjóri á Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini og Skráseting Føroya.
Tommy Petersen hevur drúgvar royndir sum ráðgevi í almennari fyrisiting og sum stjóri á almennum stovnum.
Hann hevur eisini altjóða royndir bæði sum ráðgevi fyri DANIDA og sum føroyskur samráðingarleiðari mótvegis ES.