Gesturin í morgunsendingini hjá Rás2 millum klokkan 11 og 12 í dag er Tommy Petersen, sum nøkur ár herfyri veitraði heimlandinum farvæl og leitaði út í stóru verð at arbeiða Leiðin gekk fyrst til lítla fjallalandi Nepal í Himmalaya, síðani til krígsherjaða Irak og at enda til Egyptaland. Nú er Tommy Petersen komin heimaftur og er farin til arbeiðis í Vinnumálaráðnum. Heri Simonsen og Jan Müller hava henda sera forkunnuga gest í studio í Miðlahúsinum í Vágsbotni.