Tommy er føddur í Keypmannahavn, men blaðungur flutti hann heim til Føroyar til ommuna í Trongisvági. Heimkomin fór hann beinanvegin til verka á skeljavirkinum á Hvítanesi. Eftir tað fekk hann annað fyrifallandi arbeiði mest sum jørð- og betongarbeiðari. Hugurin til sjógvin dróg, og ikki gekk long tíð fyrr enn Tommy róði út við mætastu útróðrarmonnum á Tvøroyri. So kom kjansurin við línubáti til Flemish Cap, og tað var nakað sum fall í góða jørð hjá unga mannium, sum bert 16 ár gamal stóð í lastini og saltaði. Í 1972 fór Tommy á kokkaskúla í Klaksvík og síðani aftur til skips. Hesi árini sigldi hann við: Jógvan á Gørðunum úr Vági, Ranafossi, Fleyr, Tummasi T. Sjúrðarkletti, fyri at nevna nøkur.
Í 1980 fór Tommy upp á skúla og tók skiparaprógv við virðisløn. Seinni tók hann stýrimansprógv og sigldi eina tíð sum stýrimaður við Leivi Øssursson. Ikki gekk long tíð fyrr enn Tommy fekk egið skip at føra. Onnu T og Nim førdi hann í nøkur ár. Hugurin at royna nakað nýtt leiddi hann aftur á Sjómansskúlan í Tórshavn. Í 1991 tók hann skipsføraraprógv, og tá stóðu fleiri møguleikar opnir. Handilsflotin manglaði fólk, og Tommy var fúsur at fara. Hann fekk kjans við Torm, og har hevur hann verið síðani.
Tommy valdi sjógvin sum sína lívsleið og hevur tann leiðin mangan verið illgongd. Tey, ið hava starvast á havinum, vita, hvussu eirindarleys náttúran kann vera. Og her varð Tommy ikki spardur. Sum skipari á Nim upplivdi hann hvussu brotasjógvar knústu brúnna á skipinum. Hóast mongu skakandi tilburðirnar á sjónum, so hava teir ongantíð tikið hugin og dirvið frá honum.
Tommy er lítillátin maður og ger ongan háva burtur úr sær sjálvum. Hann er ein maður, ið hevur arbeitt seg upp allan vegin úr saltfiskalastini til at vera kapteynur á heimsins høvum.
Hjartaliga til lukku við degnum, Tommy!
Vit inni á Trøðni