Tombola og sláa tunnu

Sam­skipaður tunnusláttur og tom­bola. Í Klaksvík verða um­støður hjá børnum og barns­­lig­um sálum, at møtast til tunn­­­u­slátt­ur í morg­in, leyg­­ar­­dagin. Til­tak­ið verð­ur í KÍ-høllini klokkan 14.

Har verða eini 10-12 tunn­­ur hongd­­ar upp og so er bara melda seg uppí.

Tað kostar 20 krónur, og bomm­pakk­ar verða til øll, og katta­kongar fáa stórar vinn­ingar.

Meðan tunnuslátturin fer fram er møguligt at spæla mat- og køkutombola. Kaffi o.a. fæst eisini.

Tað er Klaksvíkar Horn­or­kest­ur, ið skipar fyri.