Nýggjársnevndin í Hósvík skipar í dag kl. 15.00 fyri tombola, meksikanskar uppboðsølu og kaffisølu í bygdarhúsinum í Hósvík.
Fyri at savna inn pening til keyp av fýrverki, skipar nýggjarsnevndin í ár fyri tombola, meksikanskari uppboðssølu og kaffisølu.
Eisini hevur handilin "Friendtex" útsølu av klædnavørum í bygdarhúsinum.
Nýggjársnevndin í Hósvík hevur í nøkur ár skipað fyri einum sera vøkrum fýrverki í Hósvík á nýggjárinum og er tað eisini ætlanin ár. Bílagt er sum vanligt fýrverk av tí slagnum sum sæst í Tivoli í Keypmannahavn og hevur tað undanfarin ár verið til stóra gleði fyri bygdarfólkið.
Tað sigst at fýrverkið sæst líka norður til Oyrar og man tað eisini hava verið til stóra gleði fyri íbúgvararnar á Selatrað.










