Í gjár, 31. Oktober, fylti ein av heimsins heilt stóru innan fólkatónleik, ár.
Tom Paxton er føddur í 1939 í Chicago, Illinois, og er amerikanskur sangari og orða- og lagasmiður. Kendastur er hann fyri sangir sum t.d. «What Did You Learn In School Today?», «Annie's Going To Sing Her Song», «The Last Thing on My Mind», «I Can't Help But Wonder Where I'm Bound», «Going to the Zoo» og «I Give You the Morning».
Sangir hansara hava verið framførdir av sera mongum kendum tónleikarum, t.d. Pete Seeger, Joan Baez, , Harry Belafonte, Peter, Paul and Mary, The Carter Family, The Kingston Trio, John Denver, Dolly Parton, Johnny Cash ,Harry Belafonte, Willie Nelson, Plácido Domingo, Arlo Guthrie, Nanci Griffith, Marianne Faithfull, Chet Atkins, Glen Campbell, Neil Diamond, Gram Parsons, Rick Danko, Marie Fredriksson, Joe Dassin, The Seekers og Fred Åkerström.
Sangirnir hjá Paxton eru týddir til mong av heimsins málum, og hann hevur verið víða um heim á konsertferðum.










