Tom og George vilja ikki selja

Fyrr í dag tóktist Liverpool verða nærri eini sølu, men Tom Hicks og George Gillett hava ongan hug at selja.

Tað hendir mangt og hvat í enska fótbóltsfelagnum Liverpool í løtuni. Fyri stuttum komu tvey boð uppá felagið og leiðslan í Liverpool hevur í dag hugt uppá boðini. Men stutt fyri at møti byrjaði royndu Tom og George allar snildir fyri at steðga søluni.

Liverpool hevur fyri løtuni síðani sent eitt tíðindaskriv út. Har stendur millum annað:

- Leiðslan í Liverpool hevur fingið tvey avbera góð boð uppá felagið, sum høvdu niðurgoldið lánini yvir komandi tíðarskeiðið. Stutt undan møtinum, har leiðslan skuldi meta um boðini, royndu Tom Hicks og George Gillett at koyra virkandi stjóran, Christian Purslow, og marknaðar leiðarin, Ian Ayre frá fyri at seta Mack Hicks og Lori Kay McCutcheon í staðin.

Liverpool hevur verið til sølu síðani apríl í ár og fleiri keyparar hava latið hoyrt frá sær, men onki av boðnum hevur sambært SkySports verið so gott sum tvey bæði seinastu. Annað boðið er frá John W. Henry, sum eigur baseball felagið Boston Red Sox, meðan hitt er úr Asia.