Tá fyrri dysturin var liðugur fór Køhlert ikki yvir til B36 venjaran at takka fyri dystin, sum altjóða siður annars er. Nú hevur Køhlert yvir fyri Ekstrabladet sæð seg óðan inn á dystarumtaluna, sum B36 legði út á heimasíðu sína www.b36.fo aftaná dystin. Køhlert hevur ógvuliga ilt av, at Brøndby leikarnir verða nevndir ”pylsuátarar”, og sigur Køhlert til Ekstrabladet: ”At eg viðsti, at føroyingar eru primitivir, men at teir eru so primitivir hevði eg ikki rokna við.” Sama Ekstrabladet hevur annars í samband við landsdystir millum Føroyar og Danmark givið føroyingum heiti sum: ”ægsamlere”, ”fåredrivere”, ”nathuer” og ”fiskere”. So tjakið um hvør er primitivur, ella ikki kann óivað gerast sera drúgt.