Tom Hanks er best lønti sjónleikari

Tvífaldi Oscar vinnarin Tom Hanks er best lønti sjónleikari í Hollywood.

Hanks spælir aftur leiklutin sum Robert Langdon, professari í filminum Angels & Demons, sum verður spældur inn í næstum, fyri hetta fær Hanks 35 milliónir dollarar og afturat hesum fær hann sambært tv2.dk 2% av inntøkuni fyri filmin. Filmurin verður annar í røðini um Langdon professara, av Dan Brown, tann fyrri The Davinci Code, vann 758 millionir dollarar í biografunum, verður hesin filmurin líka væl vitjaður, fær Hanks tilsamans 50 milliónir dollarar fyri leiklutin, tað er yvir 300 milliónir krónur.