Álitið hjá Tom Hagen á løgregluna hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og hin 70 ára gamli miljarderurin heldur ikki, at nýggjar avhoyringar av sær kunnu føra málið um konuna, Anne-Elisabeth Hagen, longur fram á leið. Tískil upplýsir verjin hjá honum, Svein Holden, yvirfyri VG í dag, at Tom Hagen sigur nei takk til nýggjar avhoyringar.
Sagt verður, at Tom Hagen er kallaður inn til nýggjar avhoyringar bæði týsdagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku, men hann fer ikki at møta til hesar ætlaðu avhoyringar.
- Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu framhaldandi avhoyringar av Tom Hagen kunnu føra málið fram á leið. Kanningararbeiðið sær ikki út til at snúgva seg um at finna út av, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen. Málið hevur í staðin koyrt seg fast á einum blindum veg, har løgreglan bert er úti eftir at handtaka mannin, sigur verjin í telduposti, hann hevur sent VG.
Tom Hagen sigur seg ósekan í skuldsetingunum hjá norsku løgregluni, ið snúgva seg um dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.
Verjin, Svein Holden, sigur, at tá ting, sum eru søgd í avhoyri, regluliga leka út til miðlarnar, viðførir hetta, at álitið á kanningararbeiðið hjá løgregluni er munandi viknað. - Eg havi tíski givið Tom Hagen tey greiðu ráð, at hann ikki eigur at møta til avhoyringar undir verandi umstøðum, og Tom Hagen hevur gjørt av at fylgja mínum tilmæli, sigur verjin.
Í gjár skuldi Tom Hagen møta til avhoyringar hjá løgregluni, og tá upplýsti Mikkel Toft Gimse, sum umboðaði miljarderinum á fundinum, at avhoyringin varð avbrotin, tí hin 70 ára gamli var ikki so væl fyri. Viðmerkingin hjá løgregluni til miðlarnar aftan á var, at Tom Hagen var "litt pjusk", sum hann tók til.
- Eisini upplýsti løgregluadvokaturin fyri miðlunum, at løgreglan koyrdi Tom Hagen aftur til arbeiðis, soleiðis sum hann sjálvur ynskti, sigur verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, sum heldur lítið um orðingina hjá løgregluadvokatinum um, at Tom Hagen var "litt pjusk" undir avhoyringunum.