Tom Hagen ringdi í fleiri tímar

Tom Hagen og konan ætlaðu sær at fara ein túr í smáttuna tann dagin, Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

 

Hin 31. oktober í 2018, sum var dagurin, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv, ringdi maður hennara heilar átta ferðir til konu sína, men hon svaraði ongantíð. Hetta var ikki tað vanliga, sum hendi, tá Tom Hagen var til arbeiðis. Men, sambært Dagbladet var so mangt øðrvísi enn tað plagdi henda dagin á adressuni hjá familjuni í Lørenskog. 

Eitt av sporunum, sum norska løgreglan roynir at fylgja í samband við kanningararbeiðið, er júst hesi uppkallini hjá miljarderinum. Nú kann Dagbladet avdúka, hvussu Tom Hagen sjálvur greiðir frá hesum degi, tá hann ringir, og konan ikki svarar. Heimasíðan hevur nevniliga fingið at vita frá kenningum hjá ríkmanshjúnunum og keldum, sum standa kanningararbeiðnum nær, hvørjar ætlanir hjúnini høvdu henda dagin.

Sambært upplýsingum hjá Dagbladet, høvdu hjúnini bæði ætlanir um at fara ein túr í smáttuna, sum Tom Hagen eigur í Kvitfjell, og hetta skuldi vera fyrsta vikuskifti í november. Dagurin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, var nevniiga hin seinasti í oktober hetta ár. Hjúnini høvdu ikki avtalað allar smálutir til túrin, og hetta ætlaðu tey at finna út av saman feigdarmorgunin.

Tað hevur áður verið frammi, at Tom Hagen møtti á sínum arbeiðsplássi stutt eftir klokkan 09 henda morgunin. Hetta hava eisini fleiri av starvsfeløgunum hjá Tom Hagen váttað. Umleið ein tíma eftir, at hann var møttur til arbeiðis, ringdi hann sambært upplýsingum hjá Dagbladet fyrstu ferð til konu sína. Men, hon svaraði ikki uppkallinum.

Stutt eftir fyrstu royndina, royndi hann aftur. Við millumbilum ringdi miljarderurin til konu sína henda morgunin, og tá hann hevði ringt átta ferðir, gjørdi hann av at koyra heim, tí hann vildi vita, hví hann ikki fekk fatur á konu síni. 

Hvussu tey bæði skuldu koma til smáttuna - um tey skuldu koyra hvør sær ella saman - var heldur ikki avgjørt frammanundan. Hetta er eisini ein av frágreiðingunum hjá Tom Hagen um, hví hann so gjarna vildi hava fatur í konu síni henda dagin.

##med2##