Tað var hin 31. oktober í 2018, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, sum liggur uttan fyri norska høvuðsstaðin, Oslo.
Hálvt annað ár seinni, nevniliga hin 28. apríl í 2020, varð maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Men, maðurin hevur alla tíðina hildið upp á, at hann ongan leiklut eigur í, at kona hansara hvarv.
Tá løgreglan ikki hevði nóg góð prógv ímóti honum, varð hann leyslatin aftur nakrar dagar eftir handtøkuna. Við norska kringvarpið - NRK - hevur miljarderurin sagt, at hann hevur einki at viðganga.
Tvey ár eftir handtøkuna er ríkmaðurin, sum nú er farin væl um tey sjeyti, framvegis skuldsettur.
- Tom Hagen hevur eina sterka vón um, at løgreglan fer at finna út av, hvat hendi konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, sigur verji hansara, Svein Holden, sum leggur aftrat, at tað er ógvuliga krevjandi at vera skuldsettur í einum slíkum máli í so langa tíð.
NRK hevur sent fleiri spurningar til løgregluøkið í Noregi, sum hevur ábyrgdina av kanningararbeiðnum, og her hava tey fregnast, hvussu gongur við málinum. Løgreglan sigur, at kanningararbeiðið framvegis er í gongd, og at málið framvegis verður raðfest hjá teimum.
Men, hvat vantar so í kanningararbeiðnum hálvt fjórða ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, spyr NRK.
- Kanningararbeiðið er umfatandi og krevjandi. Vit halda framvegis, at vit hava viðkomandi spor at fylgja og uppgávur at fremja, sum kunnu føra til, at málið verður loyst, sigur løgreglan, sum tó ikki vil fara í smálutir við kanningararbeiðnum.
NRK spyr eisini, hví Tom Hagen framvegis er skuldsettur, nú skuldsetingin hevur hingið yvir honum í tvey ár?
- Vit meta leypandi, hvussu rætt tað er at varðveita skuldsetingina, sigur løgreglan og leggur aftrat, at eingin endalig freist er ásett, nær avgerð verður tikin um møguliga ákæru.
##med2##
Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur við NRK, at skuldsetingin móti miljarderinum er viknað, og hann ivast í, hvussu rætt tað er, at hann framvegis er skuldsettur í málinum.
- Eftir at hava gjøgnumgingið skjølini í málinum og kanningararbeiðið, sum er gjørt í loyndum, havi eg staðfest, at grundarlagið hjá løgregluni ímóti Tom Hagen er viknað upp aftur meira, sigur verjin.
Í morgin eru júst tvey ár liðin, síðan norski miljarderurin varð skuldsettur í málinum. Hann var til arbeiðis, tá kona hansara sporleyst hvarv úr heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog.