Norska løgreglan hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at tryggja og eyðmerkja fótaspor í heiminum hjá Hagen-hjúnunum í Lørenskog, har konan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv hin 31. oktober í 2018. Í fyrstani varð hildið, at konan varð rænd og í brævinum, sum lá eftir í heiminum, tá hon var horvin, var krav um loysigjald á níggju miljónir evrur, um maður hennara og miljarderurin, Tom Hagen, skuldi gera sær vónir um at síggja konu sína aftur á lívi.
Í brævinum var eisini ein hóttan um, at Tom Hagen ikki skuldi blanda løgregluna - ei heldur miðlarnar - upp í málið. Gjørdi hann tað, var lívið hjá konu hansara í vanda. Sum tíðin leið, kom løgreglan eftir, at alt hevur verið ein villleiðing í royndini at skava út yvir eitt dráp, og í vár kom løgreglan til ta niðurstøðu, at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri hesa villleiðing.
Løgreglan hevur tískil skuldsett miljarderin fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, tó at tað er rættiliga greitt, at hann var til arbeiðis henda morgunin, tá kona hansara hvarv. Tað vísa bæði vakmyndir og vitnisfrágreiðingar á arbeiðsplássi hansara. Eftir at hava ringt nógvar ferðir til konu sína henda feigdarmorgun, uttan at konan tók telefonina, koyrdi hann heim, tí hann stúrdi fyri, at eitt hvørt var hent.
Hóast hóttanina um ikki at blanda løgregluna upp í málið, ringdi hann kortini til løgregluna, tá hann hevði leitað kring um í heiminum eftir konu síni í ein góðan hálvan tíma ella so. Løtu seinni møtti hann løgregluni við eina bensinstøð nærindis, og tá hevði hann eisini hóttanarbrævið við sær. Í fleiri mánaðir helt eisini løgreglan, at konan varð rænd við fíggjarligum endamáli, men tað halda tey ikki í dag.
Sethúsaognin í Lørenskog er í fleiri umførum kannað bæði væl og virðiliga, og í einari tríggjar mánaðir út í eitt hevur løgreglan hildið Tom Hagen burtur. Tískil er hann ikki sloppin heim aftur til sín sjálvs, tó at lagmannsrætturin hevur sagt, at tað - eftir tí tilfari, sum løgreglan hevur - er meira sannlíkt, at maðurin er ósekur enn sekur. Hægstirættur hevur enntá givið lagmannsrættinum viðhald í, at grundarlag er ikki at varðhaldsfongsla miljarderin.
Eftir at hava kannað spor í heiminum í Lørenskog, er tað serliga spor eftir einum Sprox-skóm, sum løgreglan hevur stóran áhuga í, men higartil hevur tað ikki eydnast løgregluni at finna út av, hvør hevur verið í heiminum í hesum skóm. Hetta eru - eftir hvat skilst - einastu spor, sum løgreglan enn ikki hevur megnað at eyðmerkt.
Tv2.no veit í dag at siga, at norska løgreglan eisini stendur spyrjandi um, hvussu tað ber til, at als eingi skógvaspor eru at finna í heiminum eftir Tom Hagen sjálvum. Hetta er, eftir hvat sjónvarpsstøðin skilir, ein gáta, sum løgreglan stendur spyrjandi yvirfyri, og tey halda eisini, at hetta er illgrunavert. Millum tær ábendingar, sum løgreglan heldur seg hava um Tom Hagen sum brotsmannin aftan fyri illgerðina, er sambært tv2.no eitt nú, at eingi skógvamerki eru at finna í húsunum av hansara skóm.
Sjónvarpsrásin veit í dag eisini at siga, at løgreglan framvegis ikki veit við vissu, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen. Í jagstranini eftir svari hava fótasporini í heiminum fylt nógv, og hetta váttar eisini løgregluleiðarin, Gjermund Hanssen, yvirfyri Tv2. Løgreglan vil ikki siga, um tey í dag vita, hvør hevur verið í nevndu Sprox-skóm í heiminum í Lørenskog.
##med2##
Tá løgreglan í august mánaði í fjør á tíðindafundi alment vísti fram sporini frá Sprox-skógvunum, segði løgregluleiðarin, Tommy Brøske, at sporini eru "... avsatt på en måte, som er svært relevant for den handlingen som etterforskes..." Seinni hevur løgreglan sagt, at Sprox-sporini vísa fet inn og út úr húsunum, og sambært norskum miðlum, sum neyvt hava fylgt Hagen-málinum, er talan um tilsamans níggu Sprox-spor, sum løgreglan hevur eyðmerkt.
Tv2.no hevur í vikuni spurt løgregluleiðaran, Gjermund Hanssen, hvat status er í jagstranini eftir eigaranum av Sprox-skógvunum, men hann vil ikki svara spurninginum. - Vit hava ongar víðari viðmerkingar um sporini í húsunum, ei heldur ongar viðmerkingar um okkara metingar av hesum, sigur løgregluleiðarin.