Hondbóltur
Tað er ikki so langt síðani, at hendan grannauppgerðin fram um aðrar dystir var tann, sum gjørdi av, hvar meistaraheitið í kvinnuhondbólti endaði, men í so máta er nógv broytt seinnu árini.
Neistin, sum í mong ár var einaráðandi í kvinnuhondbóltinum, má í ár roknast sum heimahoyrandi beint undir oddinum, og hjá Kyndli tykist kvinnuhondbóltur ikki at vera nakað, sum tosað verður so hart um í løtuni. Har verður ein roynd gjørd at seta nakrar púra feskar leikarar við, og støðan á stigatalvuni avspeglar eisini, hvussu trupult hetta er, tá øll onnur styrkja sær um leikarar við stinnum útlendskum leikarum.
Ivaleyst
Tí var heldur ikki væntandi, at Kyndil fór at gera stórvegis við Neistan. Gaman í legði Kyndil seg tíðliga í dystinum á odda við 4-2, men so var eisini liðugt. Kyndil fekk bert tvey mál afturat fyri steðgin, og tá Neistin samstundis skoraði ellivu ferðir, so gjørdist munurin stórur. Og hann kundi enntá verið væl størri, var tað ikki fyri eina sera væl spælandi Fríðu Petersen í grøna málinum, men einsamøll fekk hon tó ikki gjørt tað stóra, fyri at halda liðnum inni í dystinum.
Eftir steðgin helt gongdin sum so bara fram. Tær bláu tóku tað kanska heldur meira róligt, nú leiðslan var somikið trygg, men meira enn at pynta eitt sindur um úrslitið, sluppu tær hjá Kyndli so ikki.
Og so er spurningurin, hvussu nógv longur upp Neistin kann nærkast oddaliðunum. Komandi vikuskifti vitja tær á Giljanesi, har tvey stig ivaleyst bíða eftir teimum, men í seinasta dystinum í grundspælinum skulu tær á útivølli royna seg móti VB, og tað kann í øllum førum gerast tungt.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 15-26 (6-13)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang 4(2), Annika Thomsen 3, Hildur Mikkelsen 3, Linda Weihe 1, Sólja Jóanisdóttir 1, Anja Heinadóttir 1, Anita Kjærbo 1, Randi Wardum
Neistin: Lina Andriulyte 8, Ása á Neystabø 7(4), Simona Dziugyte 3, Lív Sørensen 3(1), Susan Brockie 3(2), Vivian Unadóttir 1, Marjun Tróndarson 1
Brotskøst: Kyndil 2, Neistin 8
Útvísingar: Kyndil 6, Neistin 2
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen. Høvdu millum lítið og einki at gera.