Tom Ford letur James Bond í

Tann víðagitni sniðgevin, Tom Ford, skal enn einaferð standa á odda, tá ið heimsins best kendi agentur James Bond skal latast í, í filminum Skyfall.

 

Hetta verður aðru ferð, at Tom Ford letur Daniel Craig í, tí sniðgevin stóð eisini á odda fyri mótanum í Quantum of Solace filminum frá 2008. James Bond er kendur fyri at verða væl ílatin, hava ein sera góðan og klassiskan stíl, og ikki minst at síggja gott út.

 

-Eg eri ógvuliga fegin um, at eg skal finna klæði til Daniel Craig. James Bond er á bylgjulongd við Tom Ford, tá ið umræður stíl og kærleika til luksus vørur. Eg eri errin av at eg skal arbeiða víðari við James Bond, sigur Tom Ford við The Telegraph.

 

Bond-klædnaskápi skal hava eitt nú klædningar, skjúrtur, troyggjur, slips og sólbrillur - og alt verður hondgjørt í Italia. Filmurin – og klæðini kunnu síggjast á tí stóra skíggjanum í oktober í 2012.