Tom DeLay, sum er ein av teimum fremstu republikansku politikarunum í USA, noyðist nú í rættin.
DeLay er eins og floksfelagin George W. Bush úr Texas, og nú hevur ein dómari har gjørt av, at hann skal skuldsetast fyri fíggjarsvik í sambandi við stuðul til sítt valstríð. Ákæruvaldið hevði eisini skuldsett hann fyri samansvørjing, men dómarin helt ikki, at grundarlagið undir teirri skuldsetingini var nóg gott.
Tom DeLay var formaður í republikanska tingbólkinum í Umboðsmannatinginum í Washington, men noyddist at siga formansstarvið frá sær, tá hann bleiv skuldsettur. Nú bendir alt á, at hann sleppur neyvan aftur í tann sessin, skrivar AP.