Tom Daschle verður heilsumálaráðharri

Barrack Obama hevur valt fyrrverandi demokratiska leiðaran í Senatinum Tom Daschle til heilsu- og vælferðarráðharra Undir valstríðnum boðaði Barrack Obama fleiri ferðir frá nýskipanum innan heilsuøkið, um hann bleiv forseti, og tí hava fleiri bíðað spent eftir, hvønn hann fór at velja til ráðharra í heilsumálum.

CNN visti í gjárkvøldið at siga, at valið er fallið á Tom Dascle. Hann er fyrrverandi demokratiskur leiðari í Senatinum og var ein av trúgvastu stuðlunum hjá Obama, tá Obama og Hillary Clinton dystaðust um uppstillingina hjá demokratunum.

Í gjár frættist, at Eric Holder verður løgmálaráðharri í stjórnini hjá Obama.