Tom Cruise spælir film í Íslandi

Tann kendi amerikanski filmsleikarin Tom Cruise fer at halda til í Íslandi nakrar vikur í hesum mánaðinum og næsta mánað, har hann er við í upptøkum til Hollywood-filmin Oblivion.

Morgunblaðið skrivar, at filmsliðið, sum kemur til Íslands í sambandi við upptøkurnar, telur ikki minni enn 200 fólk. Upptøkurnar verða gjørdar ymsastaðni í Íslandi, eitt nú á Jökulheimaleið á Suðurlandinum.

Tom Cruise fyllir 50 tann 3. juli. Hann fer at halda dagin í Íslandi, og tað ljóðar, at hjúnini David og Victoria Beckham verða millum gestirnar.