Tað verður ofta tikið til, at tað hjá vertunum ongantíð spælir væl av, tá ið KÍ spælir landskappingardyst á norðoyastevnu. Tølini siga, at nógvu tey seinastu árini hevur tað verið soleiðis, og tí hevur tað ikki verið so galið fyri teir har norðuri, at tað seinnu árini ofta ikki hevur verið landskapping tað vikuskiftið, tá ið stevnan í Klaksvík hevur verið á skránni. Tað kemst av, at hetta vikuskiftið fleiri ferðir hevur verið eitt av teimum, tá ið HM ella EM undankapping hevur verið á skránni.
Víkingur vitjar í Klaksvík í kvøld. Um teir í Klaksvík skulu stuðla seg til tøl, so er tað heldur 1-0 sigurin á Víkingi fyrr í ár enn úrslitini í landskappingardystum á norðoyastevnu, sum KÍ legan fer at halda seg til.
Tølini siga, at tað eru tólv ár síðani, at KÍ vann á landskappingardyst á norðoyastevnu. Sunnudagin 2. juni í 2002 var úrslitið 3-1 ímóti EB/Streymi. Tveir av KÍ spælarunum, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á liðnum. Teir eru málverjin Meinhardt Joensen og miðvallarin Atli Danielsen.
Seinastu umførini hevur tað ikki gingið væl hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum. Úrtøkan burturúr trimum teimum seinastu ferðunum er eitt stig. Eftir tepra 2-1 tapið ímóti HB síðsta sunnudag dugdi venjarin tó at síggja glottar:
-Avrikið var uppreisn, tá ið sammett verður við bummtúrin á Toftum. Vit vunnu tó einki stig, men so mugu vit vinna tey ímóti Víkingi, sum vit fyrr í ár vunnu tætta uppgerð ímóti í Klaksvík, sigur Eyðun Klakstein.
Hjá KÍ eru Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør tøkir aftur. Jonas Flindt Rasmussen er skaddur, og Tórur Justesen er leikbannaður.
Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen harmaðist sunnudagin um heimatapið ímóti B36. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini 27. apríl vann Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti KÍ.
-Vit hava spælt tríggjar dystir í eina viku. Nú hava vit havt eina viku at fyrireika okkum, og tað eigur at síggjast á avrikinum allar 90 minuttirnar á norðoyastevnu, sigur Víkinga venjarin, sum ásannar, at fyribils snýr tað seg um hjá Víkingi at kappast um bronsuplássið m. a. við KÍ.
Allir víkingarnir uttan Dánjal Pauli Lervig, sum er langtíðarskaddur, eru tøkir, nú teir fyrireika seg at fara úr Sarpugerði og undir Leirvíksfjørð og á norðoyastevnu.
KÍ-Víkingur klokkan 19.00.









